Føroyskar vørur, í transit gjøgnum Russland

Síðan russiskir myndugleikar lýstu innflutnignsbannið fyri allar føroyskar fiskavørur, hava vit fingið fyrispurningar frá útflytarum, um at útskriva heilsuváttanir fyri útflutning av fiski og fiskavørum til lond, ið liggja eystanfyri Russland, sosum Kasagstan og Kiyrgisistan.
Eftirsum at flutningurin til hesi lond, skal ígjøgnum Russland, t.v.s. í transit gjøgnum Russland, hava vit verið í iva um, hvørt hetta er umfatað av russiska innflutningsbanninum.
Í dag hava vit fingið boð úr Russlandi, at teirra innflutningsbann ikki er ætla føroyskum vørum í transit gjøgnum Russland. Tískil verða heilsuváttanir útskrivaðar fyri útflutning til lond sum Kasagstan og Kyrgisistan, eisini tá vøran er í transit gjøgnum Russland.
Heilsuváttanir til Kasagstan og Kirgisistan, sær tú á hesari slóðini.