Tað nýggjasta um innflutningbannið hjá russum

Føroysku myndugleikarnir: Vinnumálaráðið, Uttanlandaráðið og Heilsufrøðiliga starvsstovan arbeiða av øllum alvi at koma í tingingar við russisku myndugleikarnar.
Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur fingið bræv frá russisku veterineru myndugleikunum (t.e. stovnurin Rosselkoznadzor) sum bendur á, at innflutningurin av livandi hummara úr Føroyum kann byrja aftur.
Tá russiski stongsulin var settur í gildi í summar, var frá fyrstan tíð ætlanin at fara at vitja norskar myndugleikar, eftirum at teir hava havt sama mál við russarar, sum vit í Føroyum nú hava. Vegna ES eftirltisvitjan í Føroyum fyrst í september og arbeiðið í kjalarvørrinum av hesum, var ætlanin at vitja norðmenn útsett nakað.
So tann 26. oktober 2008 fara umboð fyri Heilsufrøðiligu starvsstovuna til Bergen, at kunna seg um hvussu norsku matvørumyndugleikarnir (Mattilsynet, sí www.mattilsynet.no) hava viðgjørt russisku krøvini. Vitjað verður á tveimum laksavirkjum, har russar hava staðfest frávik frá russisku reglunum.
Landsstýrismaðurin í vinnumálum, Jóhan Dahl, royndir eisini at fáa fund við russiska landbúnaðarmálaráðharran og í dag var  fundur millum landsstýrismannin og russiska handilsattachein í Keypmannahavn. Fundurin var í Keypmannahavn har umboð fyri Heilsufrøðiligu starvsstovuna eisini var við. Sí annars tíðindaskriv frá Vinnumálaráðnum í hesum sambandi.