Útflutningur til Russlands.
Fyrst í august 2008, komu boð frá russisku matvøru- og veterinermyndugleikunum, t.e. Rosselkoznadzor, at teir bannaðu fyri innflutningi úr Føroyum frá og við 1/9/2008.
Grundarlagið undir hesi avgerð var teirra eftirlitsfrágreiðing, ið vit fingu fyrst í juli 2008, og sum aftur var úrslit av teirra eftirlitsvitjan í maj 2008. Á hesari vitjan, vóru øll laksavirki í landinum vitjaði.
Eftirsum at boðini fyrst í august frá Rosselkoznadzor vóru eitt sindur ógreið, hvørt talan bert var um laks- og laksaúrdráttir ella um allar fiskavørur, svaraði Heilsufrøðiliga starvsstovan Rosselkoznadzor beinanvegin, at vit skiltu boðini soleiðis at talan bert var um laks og laksaúrdráttir. Hetta tí at bert hesi virki vóru vitjaði í maj 2008. Vit hava tó einki frætt aftur frá russum í hesum sambandi.
Í einum skrivi, ið vit hava fingið umvegis føroyskar útflytarar, skrivar Rosselkoznadzor til regiónirnar í Russlandi. Har verða áleið somu orðingar brúktar sum í skrivinum frá fyrst í august til okkum, men eftirsum at man í hesum skrivinum ikki sær sambandi til russisku eftirlitsvitjanina á júst laksavirkjum, tulka vit tí nú upprunaligu boðini, at bannið er galdandi fyri allan útflutning til Russlands, av fiski- og fiskavørum.
Hendan tulkingin liggur eisini tætt uppat tí tulking, ið føroyskir útflytarar hava fingið at vita frá russiskum innflytarum.
Tí verður heilsuváttanar til Russlands ikki undirskrivaðar frá og við 1. september 2008. Hetta er eisini galdandi fyri møguligar vørur í transit gjøgnum Russlands.
Arbeitt verður miðvíst við at fáa loyst málið viðv. útflutninginum til Russland.