Føroysk fiskavirki og Heilsufrøðiliga starvsstovan undir útlendskar luppar

Í mai í ár vóru russisku veterinermyndugleikarnir á eftirlitsvitjan í Føroyum; niðurstøðan frá vitjanini er júst komin.
Í september koma 3 eftirlitsfólk úr ES á vitjan í einar 8 dagar.
Samstundis eru fyrireikingar til avtalu við brasilisku veterinermyndugleikarnar um góðkenning av føroyskum virkjum at útflyta til Brasliu.
Síðst í mai 2008 var okkara kanningarstova eisini undir luppinum av DANAK. Uppfylgingar uppá tey staðfestu frávikini eru latin DANAK, og gongur alt sum ætla, so verður okkara akkreditering endurnýggjað og víðkað til m.a. eisini at kunna gera akkrediteraðar kanningar fyri fiskasjúkur, síðst í august 2008. Sí hesa slóðina fyri at lesa um okkara evnissíðu akkreditering.

Treyt fyri útflutningi av føroyskum fiskavørum til onnur lond, er at matvørueftirlitsmyndugleikin í avvarðandi landi góðkennir føroysku virkini og hevur álit á at Heilsufrøðiliga starvsstovan megnar at hava eftirlit við, at reglurnar verða hildnar og hevur stovnurin neyðuga førleikan og myndugleikan.
Tí var tað við stórum spenningi, at bíða hevur verið eftir niðurstøðuni frá russisku eftirlitsvitjanini á føroyskum laksavirkjum 4. til 10. mai í ár. Niðurstøðan er nú komin, og virkini hava fingið fráboðað tey frávik og manglar russar funnu á vitjanini og virkini hava fingið boð um at rætta frávikini innan ávísa freist.
Royndirnar frá øðrum londum hava víst, at russisku veterineru myndugleikarnir hava verið sera strangir á sínum eftirlitsferðum runt í heiminum; stórur partur av vitjaðu virkjunum vóru tikin av lista eftir vitjanirnar - eitt nú í Noreg - og skuldu gjøgnum umfatandi umvælingar, áðrenn tey aftur kundu útflyta til Russlands, sí m.a. hesa slóðina.
Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur ta fatan, at russar vóru væl nøgdir við vitjanina í Føroyum. Ongi av okkara laksavirkjum vóru tikin av góðkenda listanum orsaka av staðfestingum á sjálvari vitjanini. Treyðugt so, virkini hava fingið fráboðan um fleiri frávik frá russisku saniteru reglunum og skulu sjálvandi rætta hesi frávik. Heilsufrøðiliga starvsstovan fylgir við rættandi atgerðunum og samskiftir við Rosselkhoznadzor (matvørueftirlitsmyndugleikan í Russlandi). So sæst hvat russar fara at gera.

Hóast Russland er vorðin ein áhugaverdur samstarvspartnari hjá føroyskum virkjum, so er ES tó framvegis okkara størsti samhandilspartnari. Krøvini frá matvørueftirlitinum hjá kommissiónini (FVO, t.e. Food and veterinary office í Dublin) eru strong bæði tá umræður krøv til virkisleiðslurnar og ikki minst krøvini til eftirlitsmyndugleikan í Føroyum (Heilsufrøðiligu starvsstovuna). Fyrst í septembur í ár skulu vit - ES góðkendu virkini, Heilsufrøðilga starvsstovan og Vinnumálaráðið - undir luppin hjá ES.
Nógv tilfar um føroysku skipanina sum heild er latið FVO í Dublin í síðstu viku, soleiðis at teir kunnu gera neyðugu fyrireikingina áðrenn vitjanina í Føroyum fyrst í september. M.a. kunnu tit á hesari slóðini síggja eitt kort, sum skjótt og greitt gevur eitt yvirlit yvir allar eindirnar sum fáast við at ala og annars hagreiða fisk í Føroyum.
Føroysk virki hava víst áhuga at útflyta til Brasilia. Heilsufrøðiliga starvsstovan er í holt við, at fáa brasilianska eftirlitsmyndugleikan at góðkenna okkara eftirlitsskipan og innrætting og rakstur av fiskavirkjum.