Russiskir myndugleikar á eftirlitsvitjan í Føroyum

Síðstu 1-2 árini hevur væl av samskifti verið millum Heilsufrøðiligu starvsstovuna og almenna russiska stovnin, ið eitur Rosselkhoznadzor. Samskifti hevur serliga verið viðvíkjandi útflutningi av føroyskum fiskaúrdráttum til Russlands. Alt samskiftið er umvegis donsku ambassaduna í Moskva.
Tað, sum hevur havt teirra serliga áhuga, eru heilsuváttanir, ið vit útskriva fyri vøruna, ið verður flutt til Russlands, okkara listi yvir løggildað virkir, tað eftirlit og kanningar, ið verður framt her í Føroyum av okkum. Hetta eru annars júst somu spurningar, sum aðrar fiskivinnutjóðir hava fingið, sosum Noreg. Sí kunning á hesari slóðini.
Í samskiftinum við russar hava vit í Føroyum lagt dent á, at vit fegin vilja hava russisku myndugleikarnar til Føroya á eftirltisvitjan, og er tað hendan eftirlitsvitjanin, ið verður framd í hesari vikuni.
Økið, ið russar hava valt at leggja dent á í hesum umfarinum, er alivinnan - frá smolti til lidnar laksaúrdráttir, rækjuvinnan og kanningarstovur. Fyri rækjuvinnuna er tað ikki so nógv at vísa á landi (tað eru trý løggildað rækjuskip, sum øll eru til fiskiskap), og tí fer meginparturin av eftirlitinum fram á laksavirkjunum runt landið.
Skráin er løgd soleiðis til rættis, at øll laksavirki, ið útflyta til Russlands, verða vitjað saman við okkum. Eisini verður onkur smoltstøð og alistøð á sjónum vitjað. Fríggjadagin fyrrapart standa okkara kanningarstovur á Debesartrøð fyri tørni.
Niðurstøður sum so verða ikki gjørdar á sjálvari vitjanini, men russararnir leggja nógvan dent á at kenna framleiðsluorkuna á laksavirkjunum, sosum køli- og frystikapasitetur (tons/dag), køli- og frostgoymslukapasitetur (tons), hvussu nógv fólk arbeiða á virkinum, nær virkið er bygt o.s.v. Haraftrat hava teir hugt nakað eftir kanningum, rensli á virkinum, bæði av vørum og starvsfólki, saniterum viðurskiftum, meðan teir als ikki hava hugt eftir innaneftirlitunum hjá virkjunum.
Vitjanin endar fríggjadagin seinnapart, og leygardagin fara russararnir av landinum aftur. Seinni fáa vit so, umvegis donsku ambassaduna í Moskva, teirra niðurstøður frá vitjanini, og hvussu víðari skal farast fram.

Eru spurningar hesum viðvíkjandi, er at ringja til Bárð Enni, stjóra, telefon 556400.