Treytir fyri akkreditering

Áðrenn ein akkreditering verður givin til eina kanningarstovu, skulu millum annað fylgjandi treytir lúkast:

  • Kanningarstovan og starvsfólki á kanningarstovuni skal ikki verða undir nøkrum vinnuligum, fíggjarligum ella øðrum trýsti, sum kann ávirkað teirra gegni
  • Kanningarstovan skal hava eina skjalprógvaða leiðsluskipan og eina leiðslu, sum kann tryggja, at skipanin verður fylgd og dagførd
  • Kanningarstovan skal ráða yvir tøknuligari útgerð og hølum á einum støði, ið ger tað møguligt at veita tær tænastur, sum kanningarstovan er akkrediterað til
  • Starvsfólkið á kanningarstovuni skal hava góða fakliga vitan og royndir, ið gera tað møguligt at veita tær tænastur, sum kanningarstovan er akkrediterað til
  • Virkandi fastar mannagongdir skulu verða fyri sporføri og óvissuáseting
  • Akkrediteraðar greiningar (kanningar) skulu gerast eftir fullkomiliga valideraðum og skjalprógvaðum greiningarforskriftum
  • Akkrediteraðar greiningar verða gjørdar og úrslitini flýggjaði kundanum í trúnaði og altíð sambært tørvinum hjá viðkomandi kunda
  • Kanningarstovan skal skráseta gongdina í einari kanning, soleiðis at hon kann endurgerast (rekonstruerast)
  • Kanningarstovan er løgd undir regluligt eftirlit av DANAK
  • Kanningarstovan skal hava eina trygging, ið fevnir um teir partar av einari akkrediteraðari kanning, sum kanningarstovan hevur ábyrgd av

Svarseðlar, ið hava akkrediteringsfrámerki hjá DANAK í ovasta høgra horni, verða brúktir til akkrediteraðar kanningar og vísa, at hesar eru gjørdar í samsvar við reglurnar í akkrediteringini