Oljusperrur til alibrúk

Aliringar
Myndatekstur: Alibrúk. Tilvildarlig mynd.

Tá Olshana sakk, var staðfest, at als ongar oljusperrur vóru í landinum, sum burturav kundi brúkast til at verja alibrúk móti oljudálking.

Fyri at fáa gongd á arbeiðið við at gera oljusperrur, fekk Heilsufrøðiliga starvsstovan samband við OSR v/Paula Einarsson. OSR fekk til uppgávu at gera oljusperrurnar.

Oljusperrurnar til alibrúkini, eru eitt slag av gardinum. Talan er um eina presending, sum er uml. 1,5 metur høg og 50 metrar long. Í botnin á gardinuni er søkklína seyma og í erva eru endar, soleiðis at gardinan kann heingjast uttaná aliringin. Í miðjuna verður flotlína seymað inn í gardinuna.

Prototypan var roynd í hesi vikuni, saman við umboðum fyri alarar og OSR. Semja var um, at tá neyðugu ábøturnar eru framdar, er grundarlagið fingið til vega, sum ger, at oljusperrur til alibrúk kunnu gerast.

Heilsufrøðiliga starvsstovan fær gjørt 3 sett á 50 metrar. Hetta eru oljusperrur, sum kunnu verja ein aliring móti oljudálking. Ætlanin er, at hesi 3 settini á 50 metrar, skulu innganga í almennu tilbúgvingina viðv. oljudálking.

Aligardin1 Aligardin2 Aligardin3 Aligardin4
Myndatekstur: Nakrar fotomyndir frá royndini av prototypuni