Sláturgongdin omanfyri. Prentara egna.

Seyðurin áðrenn slátur.
Nóg stór høli ella rætt (um veðrið er til vildar) at hava seyðin í áðrenn slátur, har tað er møguligt at geva vatn og fóður. Hølini skulu kunna vaskast. Sjúkur seyður má ikki slátrast til matna, er ivi, tosa við djóralækna. Best er, um seyður er reinur og turrur, og ikki er overvaður, hetta hevur týdning fyri reinføri og góðskuna av kjøtinum. Seyður skal ikki liggja niðurbundin.

Sláturrúmið.
Rúmið skal vera ljóst, hava veggir, loft og gólv av ljósum, hørðum og sløttum tilfari, ið ikki drekkur vatn í seg, og ið er lætt at vaska. Arbeiðsklæðir skulu vera rein, tá byrjað verður. Tað er ikki ráðiligt at nýta klæðir, ið hava verið nýtt til fiskaarbeiði.

Tað skal verða heitt og kalt rennandi vatn í sláturrúminum. Vatnið skal hava drekkivatnsgóðsku.

Flettingarborð og útgerð annars skal verða úr tilfari, sum er lætt at halda reint. Er flettingarborðið t.d. úr træ skal tað verða lakkerað ella málað.

Slátrið.
Seyður skal doyvast og svavast beinanvegin hann kemur inn í sláturrúmið. Doyving og svaving skal haldast burtur frá víðari handfaring av krovinum. Doyving verður gjørd antin við at skjóta ella doyva við serligum el-doyvingartóli gjørt til tað sama. Knívar, sagir skulu vaskast og skoldast við í minsta lagi ímillum hvørt kríatúr, og tá tey annars verða dálkað.

Knívur Sag í.s.v. slátur
Myndatekstur: Knívar, sagir skulu vaskast og skoldast við í minsta lagi ímillum hvørt kríatúr, og tá tey annars verða dálkað

Serliga ansa eftir:
- At vælindi og barki ikki verður skatt, tá svavt verður
- At ullin ikki nertir við krovið, og at amboð og fólk, ið nerta við ullina, ikki koma í samband við krovið
- At gor ikki kemur á kjøtið, tá tikið verður innanúr og
- At mjólk ikki dálkar kjøtið, tá júgurið verður skorið burtur

Tikið skal vera innanúr sum skjótast, og í seinasta lagi 1 tíma eftir at seyðurin er svavdur.


Myndatekstur: Rennandi vatn av drekkivatngóðsku skal vera tøkt at vaska hendur og útgerð við undir slátri.

Rennandi vatn av drekkivatngóðsku skal vera tøkt at vaska hendur og útgerð við undir slátri.
Royn og halt kjøtið turt og reint. Er neyðugt at turka, nýt eingangsklútar og rennandi vatn. Vatnføt/spannir gerast skjótt bakteriusuppa. Um kjøt verður dálkað av gori, er best at skera tað dálkaða økið burtur, sí niðanfyri.

Spann í.s.v. slátur
Myndatekstur:Vatnføt/spannir gerast skjótt bakteriusuppa.

Krovið má ongantíð nerta við gólvið, meðan og aftaná at skinnið er tikið av.
Vembur og vil skulu ikki tømast og vaskast í sama høli sum slátur fer fram. Skinn, føtur, vembur og sláturburturkast skal út úr sláturrúminum so hvørt.

Innvølir til matna eiga at verða køld beinanvegin og eiga at verða goymt við í mesta lagi 3 gr.C.

Krovini skulu hongjast í hjallin beinanvegin tey eru liðugt flett. Íhjallinum skal hitin ikki vera hægri enn 7°C.

Hjallurin.
Hjallur, at turka kjøt í, skal verða innrættaður við rimum á minst tveimum síðum. Frárensl skal vera í gólvinum. Luftskiftið skal verða støðugt og ótarnað. Hjallurin skal liggja soleiðis fyri í lendinum, at luftdálking frá øðrum virksemi ikki verður borið at kjøtinum.

Ræst krov
Myndatekstur: Eitt veðrakrov í hjalli. Best hevði verið, um hesin hjallurin hevði havt flugunet.

Hýggj og slýggj skal ikki vera á kjøtinum. Hjallurin skal verjast móti skaðadjórum, so sum flugu, mús, rottu o.l.
Skinn, seyðarhøvd og aðrar matvørur skulu ikki goymast saman við kjøti til turkingar.
Áðrenn turkingin byrjar, skal hjallurin verða reinur og turrur. Innrætting av hjalli skal tryggja, at temperaturin í kjøtinum fellur javnt niður um 7º C.

Íløt, knívar og klútar.
Knívar verða best hildnir reinir í einum knívaskoldara. Knívaskoldarin hevur alla tíðina vatn, ið er heitt, og er hann ætlaður at nýta at reinsa knívin í ímillum hvørt kríatúr, og so annars tá hann er vorðin skitin. Møguleikin er eisini fyri, at hava t.d. 3 knívar, harav teir 2 eru í knívaskoldaranum og tann 3. er í brúki, og so skifta ímillum við jøvnum millumbili.

Klútar og spannir við vatni at vaska hendur, amboð og krov við verða dálkað fyrstu ferð tú vaskar tær við vatninum, og verður so skittur førdur víðari til næsta krov. Bakteriur eru so elalítlar, at tú sært tær ikki. Men henda spannin verður beinanvegin ein bakteriusuppa, ið tú so smyr uppá tað reina krovið.

Einnýtisklútar eru besta loysnin. Klútar skulu bert nýtast eina ferð. Skitnir klútar skulu vaskast við kókivask.

Knívur. Knívaskoldari eg vælegnaður at halda knívin reinan.