Leivdir frį fletting skulu verša burturbeindar ķ bingju, ętlaš til endamįliš

Burturbeining į skynsaman hįtt.
Vil, vembur, kleyvar og ašrar leivdir frį fletting, sum ikki verša gagnnżtt, skulu burturbeinast į skynsaman hįtt. Leivdir frį fletting skulu ikki at verša beindar ķ į, fjųru ella haga. Henda dįlking av umhvųrvinum kann ofta sķggja ótespilig śt, geva ringan lukt og verša atvold til smittu.

IRF KOB į Hjalla

Serstakar bingjur til lķvrunniš burturkast.
Heitt veršur į fólk um at beina tęr leivdir frį fletting og slakti, iš ikki verša gagnnżttar, skulu burturbeinast ķ tęr bingjur, sum kommunurnar hava standandi til hetta endamįliš.
Ķ hesar bingjur kann eisini annaš lķvrunniš tilfar latast ķ, taš veri seg slógv, fjašrar, og annaš.
Taš kemur fyri, at lķvrunnar leivdir verša grivnar nišur fyri į henda hįtt at sleppa av viš tęr. Veršur hetta gjųrt, eigur at verša hildiš eyga viš, at hetta ikki elvir til ampar av millum annaš rottum į stašnum. Eisini mugu hesar leivdir gravast so djśpt, at hetta ikki er atkomiligt fyri hundar og kettur.

Sigast skal, at frį 1/1/2008, er taš ikki loyvt at grava nišur leivdir frį flettingini. Hetta er lżst ķ kunngerš nr. 99 frį 2006, sķ hesa kunningina.