Íløt, knívar og klútar
  • Knívar verða best hildnir reinir í einum knívaskoldara. Knívaskoldarin hevur alla tíðina vatn, ið er heitt, og er hann ætlaður at nýta at reinsa knívin í ímillum hvørt kríatúr, og so annars tá hann er vorðin skitin. Møguleikin er eisini fyri, at hava t.d. 3 knívar, harav teir 2 eru í knívaskoldaranum og tann 3. er í brúki, og so skifta ímillum við jøvnum millumbili.
  • Klútar og spannir við vatni at vaska hendur, amboð og krov við verða dálkað fyrstu ferð tú vaskar tær við vatninum, og verður so skittur førdur víðari til næsta krov. Bakteriur eru so elalítlar, at tú sært tær ikki. Men henda spannin verður beinanvegin ein bakteriusuppa, ið tú so smyr uppá tað reina krovið.
  • Einnýtisklútar eru besta loysnin. Klútar skulu bert nýtast eina ferð. Skitnir klútar skulu vaskast við kókivask.

Knívur. Knívaskoldari eg vælegnaður at halda knívin reinan.