Nįtasjśka ķ Fųroyum

Ķ 1999 vóru 431 nįtar ķ Fųroyum kannašir fyri havhestasjśku (sķ notu 1). Kanningin vķsti, at 10% av nįtunum / havhestaungunum vóru smittašir. Ymiskt er, hvussu nógvur smittašur fuglur er ymsastašni ķ landinum. Nįtarnir, sum eru smittašir, verša oftast sjónliga sjśkir, mešan vaksni havhesturin vanliga ikki hevur sjónlig sjśkutekin. Sjśku nįtarnir hava vanliga lķvsżki (diarré), og taš rennur ofta śr eygum og nęsaholuni. Bakteriurnar eru ķ skarninum og snorinum, sum dįlka fjaršarnar.
Fólk verša smittaš av skarni, snori, fjaršum ella sjśkum vevnaši frį fuglinum. Ungar, iš eru rak ella śssaligir, eiga ikki at verša tiknir.
Frį 1954 til 2003 hevur Landslęknin skrįsett 48 tilburšir av havhestasjśku. Her er talan um eitt minsta tal. Tilburšir kunnu vęl hava veriš, iš ikki eru skrįsettir. Hetta eru fleiri tilburšir, enn stašfest veršur ķ ųšrum londum, har havhestasjśka veršur skrįsett.
Ķ Fųroyum verša 50.000 - 100.000 nįtar tiknir į hvųrjum įri, og sambęrt kanningum eru um 10% av teimum sjśkir. Hetta sigur okkum, at antin eru fólk ansin, ella er vandin fyri smittu lķtil.
Tey, iš taka nįta, eiga at vera ķ oljuklęšum og vaska tey og onnur klęšir, tey hava veriš ķ, vęl tį iš veišan er av.



Umrįšandi er at vaska sęr vęl um hendurnar undir og aftanį veišuna. Hendurnar eiga at verša vaskašar, įšrenn taš veršur etiš ella ein festir sęr ķ. Best er at skola hendurnar ķ kloraminvatni. Kloramintablettir og leišbeining um at loysa upp ķ vatni fįast į apotekinum.
Av tķ at fjaršarnar kunnu vera dįlkašar, veršur męlt til at skįlda nįtan og ikki royta. Nįtarnir eiga at verša skįldašir sama dag, sum teir verša tiknir. Fjaršar, innvųlir, tóm kloraminķlųt o.a frį nįtaveišuni skulu koyrast ķ plastposar og beinast burtur į góškendum staš hjį IRF og KOB.

Stoktir nįtar

Nįti, iš er ķligin, t.v.s saltašur, smittar ikki.
Vanligu sjśkueyškennini av nįtasjśku er lungnabruni viš skjįlvta og febri įleiš 39ŗ C, turrur hosti og hųvušpķna. Tann sjśki er śssaligur og ofta ķ ųrviti. Ķ summum fųrum kemur sjśkan lķšandi og kann vera so lin, at hin sjśki nóg illa kennir seg sjśkan. Heldur nakar seg hava fingiš sjśkuna, iš vanliga byrjar 4-14 dagar eftir smittuna, verša tey bišin um beinanvegin at venda sęr til lękna.

Ingibjųrg Egholm
Djóralękni, Heilsufrųšiliga starvsstovan
og
Hųgni Debes Joensen
Landslękni.

Note 1. Vķst veršur til grein hjį Bjųrn Herrmann, Helena Persson, Jens-Keld Jensen, Hųgna Debes Joensen, Markus Klint og Bjųrn Olsen ķ Emerging Infectious Diseases, www.cdc.gov/eid, Vol. 12, No. 2, Februar 2006.