Fiskur á goymslu í landi uttanfyri Føroyar

Tað kemur fyri, at størri partí av fiski liggja á frystigoymslu í einum landi uttanfyri Føroyar - oftast einum ES landi - fyri síðan at verða deild upp í fleiri smærri partí, og seld viðari til ymisk lond uttanfyri ES, t.d. Ukraine ella Russland.

Tá hetta verður gjørt, er umráðandi, at útflytarin syrgir fyri at heilsuváttan fylgir við tí stóra partínum úr Føroyum.
HS undirskrivar ikki váttan uppá vøru, sum liggur á goymslu uttanfyri Føroyar, tí vit hava ikki møguleika at síggja fiskin og umstøðurnar, hann verður goymdur undir.

Trailari

Útflytarin skal í slíkum føri biðja veterinera mynduleikan í landinum, har fiskurin er á goymslu, gerða neyðugu váttanina. Tað verður gjørt við tí føroysku váttanini sum grundarlag.
Ein annar møguleiki er, at mynduleikin í landinum har fiskurin liggur á goymslu, kannar vøruna, og sendir neyðugar upplýsingar til HS, sum við hesum upplýsingum sum grundarlag, undirskrivar eina heilsuváttan. (HS hevur eitt standardskriv tit kunnu útflýggja mynduleikanum, við teimum upplýsingum vit krevja í tí sambandinum), men hetta tekur longur tíð at avgreiða.