Annulering av - / rætting í heilsuváttan

Ofta verður biði um at fáa nýggja heilsuváttan, tí innflytarin ynskir broytingar í váttanini, sum er farin avstað saman við fiskinum.



Tá fiskurin og heilsuváttanin eru farin av landinum, er ikki gjørligt hjá HS at undirskriva nýggja heilsuváttan.

Tó kunnu vit undirskriva nýggja heilsuváttan í flutningstíðini til móttakaralandið, treytað av at tann originala fysiska heilsuváttanin sum er undirskrivað, er okkum í hendi, áðrenn nýggja váttanin verður undirskrivað og útflýggjað.