Reinføri er alneyðugt fyrivarni móti smittu og mateitran

  • Alt, sum kemur at kjøtinum, skal vera reint og so frítt fyri sjúkuelvandi bakteriur, sum gjørligt. Húsdjór og annar fenaður, fiskur, grind ella líknandi má ikki koma at kjøtinum. Tað ræður um, at kjøtið verður viðgjørt á ein slíkan hátt, at sjúkuelvandi bakteriurnar ikki koma at og nørast. Tí má eisini ansast væl eftir, tá ið kjøtið verður hongt upp.
  • Flettarar og hjálparfólk eiga eisini at vanda sær um tað persónliga reinføri, vera í reinum arbeiðsbúna og tíðum vaska sær um hendurnar. Ur, ringar skulu takast av. Hevur tú sár, eigur tú at verða í eingangshandska.
  • Øll útgerð, sosum knívar og íløt, eigur at verða væl reingjørd, áðrenn byrjað verður at fletta, og haldast rein ígjøgnum dagin. Knívaskoldarar eru vælegnaðir at halda knívar reinar við.
  • Undir flettingini skal ansast eftir, at kjøtið ikki verður dálkað av gori, ull og skarni. Krovið eigur at verða hongt í hjallin, sum skjótast, so tað kólnar. Luft skal sleppa væl at tí. Kjøt skal goymast kalt og eigur ikki at verða hongt upp at turka ta tíðina, tá ið tað er lýtt í veðrinum.
  • Yvirhøvur eigur matur, sum ikki luktar ella sær út, sum hann skal, at verða burturbeindur. Sjúkur seyður skal ikki nýtast til matna. Tosa við djóralæknan.
  • Frárátt verður fólki at eta merg og heila