Oljuverja til ein aliring / eitt alibúr

Saman við OSR Faroes v/Paula Einarsson og við ráðgeving frá røktarum á alibrúkum, fáa vit í hesum døgum gjørdar oljuverjur, sum ætlandi skulu brúkast at verja aliringar / alibúr móti oljudálking.

Í fyrstu atløgu hava vit umbiði 150 metrar av slíkum oljuverjum (3 stykkir á 50 metrar) og verða hesar væntandi klárar at royna í verki nú mánadagin 13. august 2007 ella týsdagin 14. august 2007. 150 metrar av hesum oljuverjunum, kunnu tó einans dekka ein aliring ella eitt alibúr og skal hetta tí metast sum ein roynd, ið kann sýna, um tillagingar eiga at verða gjørdar, áðrenn fleiri møguliga oljuverjur verða gjørdar..

Oljuverjurnar verða gjørdar sum eitt slag av gardinum, sum man kann heingja uttaná sjálvan aliringin ella alibúrið. Niðast hava verjurnar nøkur søkk, soleiðis at verjan kemur nakað væl undir sjóvarmálan. Við hesum, skuldi møguleikin hjá oljuni at koma framat ringinum verið avmarkað mest møguligt, eftirsum at gassolja flytur í yvirflatuni á sjógvnum.

Tá hesar 150 metrarnar av oljuverju eru lidnir í komandi viku, er ætlanin at útgerðin skal brúkast í almennu tilbúgvingini móti oljudálking saman við møguliga øðrum av líknandi slagi.

Heilsufrøðiliga starvsstovan vil her nýta høvi til meira alment at vísa á, at øll ferðsla av útgerð í.s.v. oljuálking inn- og út av aliøkjum, skal verða í fullum samsvari við kunngerð um flutning av akvakulturdýrum v.m. (kunngerð nr. 98 frá 2003). Hetta merkir m.a., at flutningsloyvi krevst frá embætisdjóralækna, áðrenn oljuverndarútgerð verður flutt inn á aliøkið og somuleiðis krevst flutningsloyvi frá embætisdjóralækna, áðrenn oljuverndarútgerð ella burturkast í hesum sambandi, verður tikið av aliøkinum aftur.