Uppruddingin heldur áfram, men veðrið tarnar eisini arbeiðinum

Nógv olja er at síggja fram við landi frá Raktanga og norður til brúnna við Streymin. Eisini er nógv olja at síggja í Skálafjørðinum frá Nesi og norður til Skipanes. Olja sæst eisini á sjónum í Tangafirði. Avgjørt er at raðfesta upprudding av olju, ið kemur inn á fjøruna.

Vinalig heilsan,

Innlendismálaráðið, Heilsufrøðiliga starvsstovan og Tilbúgvingarstovnur Føroya

Tel.: 351303