Tíðindaskriv um russiska trolaran, sum er sokkin við Flesjarnar

Í gjár um hálvgum nýggju tíðina fekk Heilsufrøðiliga starvsstovan fráboðan frá MRCC-Tórshavn, um at ein russiskur trolari hevði rent seg fastan við Flesjarnar í Tangafirði.

Umboð fyri Heilsufrøðiliga starvsstovan fór oman til MRCC. Heilsufrøðiligu starvsstovuni hevur, frá byrjan, verið av tí greiðu fatan at oljan eigur at takast úr skipinum. Starvsstovan hevur fylgt gongdini frá byrjan.

Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur, m.a. í samráð við Fuglafrøðifelagið, tikið støðu til hvørji økir skula verjast móti oljudálking og hvørji verjutiltøk skula kunna setast í verk. Yvirlit yvir aliøkir og hvussu nógvur alifiskur er á økjunum er somuleiðis tøkt.

Á Heilsufrøðiligu starvsstovuni er ein tilbúgvingarbólkur settur, sum áhaldandi fylgir støðuni og ger tilmæli til hvat skal gerast fyri at avmarka um møguliga oljudálking.

Leikluturin hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni er at veita ráðgeving og hava eftirlit í slíkum støðum, og í hesum sambandi koma vit við fylgjandi fyribils tilmælum.

Tilmælini eru fyribils, til eitt fullfíggjað yvirlit er fingið yvir støðuna:

  • Mælt verður til fyribils fiskisteðg í økinum við Flesjarnar og har um leiðir. Hesin steðgur eigur at fevna um allan fiskiskap, eisini eftir hummara, kræklingi, osv.
  • Mælt verður til fyribils fóðursteðg á alistøðunum nærhendis, soleiðis at fiskurin mest møguligt ikki kemur upp í sjógvin

Nærri kunning verður løgd út á heimasíðuna hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni, so skjótt sum vit vita meiri um støðuna.

Víst verður eisini til kort yvir viðkvæmar strandaleiðir á hesari slóðini.