Sløg av heilsuváttanum

HER Á OKKARA HEIMASÍÐU FINST:

- ein generel váttan,
- váttanir til ávís lond, og
- fylgiváttanir.



VÁTTAN TIL ÁVÍST LAND:
Finnst ein váttan til tað landið, sum fiskurin skal útflytast til, er tað hana tú útfyllir

GENERELLA VÁTTANIN:
Tann generella váttanin verður nýtt til øll onnur lond. Er talan um nýggjar marknaðir, er tó best at fáa innflytaran í tí landinum, at vísa veterinera mynduleikanum har tað generellu váttanina, fyri at tryggja tær, at váttanin verður góðtikin sum hon er orða og sett upp, áðrenn útflutt verður úr Føroyum. Ella fyri at vita, um serlig váttan er galdandi har. Er hetta síðsta galdandi, so skulu vit fáa hendur á hesari váttanini, soleiðis at hon kann framganga av okkara heimasíðu.
Generellu váttanina kannst tú eisini nýta at senda við fiski til samhandilslondini, hóast krav ikki er um tað

Heilsuváttanir á www.hfs.fo

FYLGIVÁTTANIR:

Yvirlit er yvir fylgiváttanir, sum eru klárar hjá okkum at undirskriva og útflýggja saman við heilsuváttanini - eitt nú váttan um, at ávísar djórasjúkur ikki finnast í Føroyum, ella at at markvirðir fyri kyksilvur og tungmetallir eru undir altjóða markvirðum.

RUSSLANDSVÁTTANIR:
Fyri heilsuváttanir til Russland, gera serstakar umstøður seg galdandi. M.a. skal heilsuváttanin verða okkum í hendi áðrenn kl. 12, fyri at vit kunnu gera neyðuga arbeiðið ið krevst fyri at undirskrivað heilsuváttanina.