Útflutningseftirlit í Føroyum



Í samband við útflutning skal HS hava møguleika at gerða eftirlit av fiskinum, áðrenn fiskurin fer umborð á farmaskipið / ferjuna. Hvørt eftirlitið verður framt í verki, er nakað ið verður avgjørt frá ferð til ferð. Eftirlit er grundarlagið fyri at kunna undirskrivað heilsuváttanina og annars staksýnir vit gera.
Tí er umráðandi í góðari tíð, at boða frá nær klárt er hjá okkum at fremja eftirlitið, og hvar vøran er, fyri at útflutningurin ikki skal verða darvaður av eftirlitinum hjá okkum.



Tá eftliritið verður framt, verður vanliga samleikaeftirlit gjørt, har hugt verður eftir, um merkingin á partínum samsvarar við upplýsingarnar á heilsuváttanini ið ætlanin er at undirskrivað.

Av fysiskum eftirliti verður temperatururin vanliga mátaður, men tað fysiska eftirliti kann víðkast til at hyggja nærri at t.d. pakkitilfari, vekt og øðrum viðkomandi kanningum fyri partíi.

Hetta eftirlit verður gjørt, fyri at tryggja, at fult samsvar er millum upplýsingar á heilsuváttanini og tað partí, ið heilsuváttanin viðvíkur.

útflutningseftirlit