Um heilsuváttanir, alment

Verðin og Føroyar
Ein heilsuváttan er eitt skjal, undirskriva av Heilsufrøðiligu starvsstovuni, sum skal fylgja við fiskinum, í samband við útflutning. Tað verður gjørt eftir kravi frá heilsufrøðiliga mynduleikanum í móttarakaralandinum.
Heilsuváttanin er eitt alment skjal, ið er millum myndugleikar, t.v.s. myndugleikan í avsendaralandinum (Føroyar) og myndugleikan í móttakaralandinum.
Ein heilsuváttan hevur tískil einki við kundan í móttakaralandinum at gera, skilt soleiðis, at tað er ikki kundin ið ásetur hvørjir upplýsingar skulu verða í heilsuváttanini, men er tað myndugleikin í móttakaralandinum.
Undirskrivaða fysiska heilsuváttanin skal fylgja við fiskinum til øll lond uttan til ES, Noregs og Íslands (hetta eru tey sonevndu samhandilslondini hjá Føroyum).

Undirskriftin á heilsuváttanina frá eftirlitsfólki hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni váttar:
At virkið, sum framleiðir vøruna ið framgongur av heilsuváttanini, er løggildað og lúkar treytirnar í ES direktivunum 91/493EEC, 92/48/EEC, 91/492/EEC og 93/53/EEC. Tað merkir at Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur eftirlit við m.a.innrætting av hølum, tilrættalegging av framleiðslu / goymslu,
At virki hevur eitt góðkenniligt innaneftirlit og
At tey heilsufrøðiligu viiðurskiftini eru í lagið.

Fyri heilsuváttanir fyri fisk og fiskaúrdráttir til Russlands, eru serliga treytir galdandi, sí ta heilsuváttanina.

Sí annars lista yvir virki, ið eru løggildaði at útflyta.



Oyðubløð til heilsuváttanir, sum Heilsufrøðiliga starvsstovan kann undirskriva, eru á okkara heimasíðu. Útflytarin, flutnignsfelagið ella framleiðarin skal útfylla og senda okkum váttanina elektroniskt (sí vegleiðing um útfylling av heilsuváttanum).