Kamphundar ein vaksandi trupulleiki í grannalondum

Hesin tíðindastubbin var frammi á okkara forsíðu í juni 2007. Nú kamphundar er eitt sera viðkomandi evni í Danmark, seta vit so aftur hendan stubba á okkara forsíðu.

Sambært kunngerð nr. 15 frá 7. apríl 2004 um innflutning av hundum, kettum og øðrum kelidjórum,
§3, stk. 2, er ikki loyvt at flyta inn ella hava kamphundar í Føroyum.

Í londunum rundanum okkum er trupulleikin við kamphundum vaksandi. Tað er umráðandi, at vit eru varug við og upplýsa um trupulleikarnar av kamphundum, soleiðis at vit ikki koma í somu støðu her í Føroyum.
Kamphundur er hundur, sum er aldur og vandur til aggressiva atferð, eitt nú Pitt bull terrier, Japanskur Tosa og bland av hesum sløgum.

Navnið kamphundur dekkar yvir fleiri sløg av hundum - bæði reinum rasum og blandaðum:

Hundar, sum heilt til í dag eru aldir við kampi fyri eyga, og har "kamp eginleikin" enn finnst í teimum. Hetta skal skiljast
soleiðis at við eini viðføddari aggressjón, har hundurin fyrst og fremst hevur eitt sera lágt aggressjónsmark, og fyri tað
næsta loypur á uttan at senda ávaringartekin (við at knurra, reisa bustir, ganga á stívum beinum) fyrst. Hetta er galdandi
fyri nakrar hundar, sum vera innfluttir lógliga ella, í flestu førum, ólógliga úr Eystureuropa.

Hundar, sum einaferð fyri langari tíð síðani vóru brúktir til hunda- og tarvakamp, men har "kamp eginleikin" meira ella minni
er aldur út av rasuni gjøgnum nógv ættarlið.

Sambært kunngerð nr. 15 frá 7. apríl 2004 um innflutning av hundum, kettum og øðrum kelidjórum,
§3, stk. 2, er ikki loyvt at flyta inn ella hava kamphundar í Føroyum.

Tað er í dag ikki loyvt at innflyta ella hava niðanfyristandandi hundar í Føroyum.

  • Pit bull terrier
  • Old fashion staffords
  • Traditional staffords
  • Staffordshire bull terrier
  • Amerikanskur staffordshire terrier
  • Amerikanskur bulldog
  • Japanskur Tosa
  • Dogo argentino
  • Fila braxiliero

Í londunum rundanum okkum hevur tey seinastu 4-5 árini verið stórur vøkstur í talinum av kamphundum.

Dansk Hunderegister upplýsir, at tað eru yvir 6.000 kamphundar skrásettir í Danmark - har ímillum er eitt stórt tal sokallaðu amerikansku bulldog. Harumframt kemur eisini ein stórur bólkur av blandingshundum og eitt - eftir meting frá donsku løgregluni - stórt tal av kamphundum, m.a. tann kendi Pit Bull, har eigarin als ikki hevur syrgt fyri tí lógbodnu skrásetingini.

Teir nógvu kamphundarnir geva trupulleikar á fleiri økjum:

  • Teir hava - sambært djóralæknum og hundaeigarum - ábyrgdina av ov nógvum álopum á aðrar hundar.
  • Teir skapa stóran ótta í gerandisdegnum hjá øðrum hundaeigarum.
  • Tað hava verið tilburðir - bæði í Danmark og í útlondum - har teir hava lopið á fólk.
  • Tað er krevjandi fyri løgregluna at fara eftir trupulleikahundum og teirra eigarum.
  • Tað eru fleiri eigarar av kamphundum, sum als ikki eru klárir yvir - ella ikki vilja viðurkenna - hvørjar eginleikar, hundur teirra hevur.
  • Tað eru fólk, ið týðiliga njóta at kunna ráða yvir gøtunum við at lata teirra kamphund ganga leysan ella lufta honum í stórum ketum, ið signalera megi.
  • Tað eru fólk, ið avgjørt brúka hundarnar til hundakamp.

Pittbull4
Mynd: Hundakampur

Pittbull2 Pittbull3
Myndir: Skaðar av hundakampi


Eigarar av kamphundum hava - sambært Dansk kennel klub - eina serliga skyldu, tí hundurin hevur eina bakgrund, sum ger, at teir kunna finna uppá at loypa á aðrar hundar uttan at boða frá áðrenn. Tílíkir hundar skulu, eins og allir aðrir, ikki ganga leysir. Við 9-10 mánaða aldur gerast hundarnir kynsbúnir og tá er eisini umráðandi at ansa eftir teimum.

Hevur tú spurningar um kamphundar, ert tú vælkomin at venda tær til Tinu Ziska á telefon 556400 ella telduposti tz@hfs.fo.

Kelda: Dansk kennel klub

/tz@hfs.fo