Neyðugt við tilbúgvingarætlanum


Mølin í Vági er dálkað. Fuglar eru eisini dálkaðir av olju, her sæst ein dálkaður skarvur.

Tann 6. desember 2006 hendi tað aftur: Olja dálkar sjógvin uttan at avvarðandi myndugleikar og onnur við ábyrgd eru nóg væl fyrireikað. Hesa ferð varð Vágsfjørður dálkaður við tungolju, sum lak úr einum oljutanga hjá SEV.

Mest olja sæst við tangan, har hon rann á sjógv. Men oljublettir eru at síggja fleiri staðni í fjøruni - mest í Skipamøl. Aðra staðni sæst tó lítið til dálkingina.

Sjáldan, um ikki ongantíð áður, er tungolja í so stórum nøgdum runnin á sjógv í Føroyum. Tungolja er truplari enn dieselolja at fáa burtur eins og tað tekur longri tíð innan tungolja hvørvur av sær sjálvum. Serliga fuglarnir eru í vanda. Kemur olja á fjaðrarnar, missa teir evni at skíggja vatn. Hetta ger, at sjógvur kann koma at holdinum og fuglurin doyr í kulda. Fleiri fuglar eru deyðir av hesi orsøk í Vági.

Alneyðugt er, at allar kommunur og onnur, sum hava ábyrgd í sambandi við keyp, sølu, nýtslu, flutning ella goymslu av olju, eru tilbúgvin um óhappið skuldi hent. Tað er týdningarmikið, at øll hesi hava mannagongdir, sum í fyrsta lagi kunnu forða fyri at óhapp henda, í øðrum lagi kunnu forða fyri, at olja fer á sjógv, og í triðja lagi kunnu basa og avmarka dálkingina, tá hon er hend. T.d. at alarmar eru, sum boða frá, at eftirlit er við mekaniskum útbúnaði, at ventilar eru rætt stillaðir o.s.fr.

Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur í samstarvi við MRCC og Innlendismálaráðið gjørt ein leist til kommunala tilbúgvingarætlan ímóti oljudálking. Trýst á leinkjuna niðanfyri, og tú fært fram eitt word skjal, sum kann brúkast sum eitt útgangsstøði hjá kommunum, tá tær skulu gera eina tilbúgvingarætlan at niðurberja og basa oljudálking á sjónum á teirra øki.

LEISTUR FYRI KOMMUNALAR TILBÚGVINGARÆTLANIR

Talan er um eina skabilón, sum partvíst inniheldur fakta, ið eru galdandi fyri allar kommunur, og talvur, sum kommunurnar kunnu fylla út í sambandi við ger av tilbúgvingarætlan, umframt leiðbeining um brúk av leistinum.

Øllum kommunum stendur frítt at brúka frágreiðingina eftir egnum ynski.

Heilsufrøðiliga starvsstovan fer í vár at skipa fyri verkstovu fyri kommunum, har leisturin verður gjøgnumgingin. Eisini er ætlanin at leggja kommunum lag á arbeiðið við at gera sær eina tilbúgvingarætlan. Tiltakið verður nærri lýst seinni.

Vil tú vita meira um oljudálking, so les meira her ella ring til Heilsufrøðiligu starvsstovuna, tlf 356400, spyr eftir Suna Petersen ella Mariu Gunnleivsdóttir Hansen á Umhvørvisdeildini. Ella send okkum ein teldupost á hfs@hfs.fo

Onnur mið um oljudálking:
Kystværket í Norra les t.d. um oljudálkingina í Bergen