Skal heilsuprógv skrivast fyri starvsfólk ið arbeiða við matøvrum, tá hesi hava naglasopp ?

Hesin spurningur liggur eitt sindur uttanfyri arbeiðsøkið hjá okkum. So her verður víst til læknaliga serkunnleikan.

Meginregla fyri meting av, um fólk við sjúku kunnu arbeiða við matframleiðslu.

Meginreglan er, at fólk sum eru sjúk ikki skulu arbeiða í matvøruframleiðslu. Hetta er grundað á vandan fyri at smitta verður borin til fólk umvegis matin. Harumframt kunnu onnur brek - hóast tey ikki beinleiðis eru smittuelvandi - gera, at vørurnar mugu metast óegnaðar til fólkamat. Her er talan um sjúkueyðkenni, sum verða fata ósambærlig við matvørureinføri, kanska eitt nú naglasoppur.

Matvøruframleiðarin skal syrgja fyri at matvøran er egna til fólkamat. Sostatt skal hann tryggja, at fólk sum eru sjúk ikki fáast við framleiðsluna. Matvøruframleiðarin má, møguliga saman við lækna, gera eina meting av um fólk við ávísari sjúku kunnu arbeiða við matinum. Hendan meting skal tó altíð verða grundað á omanfyri nevndu meginreglu.

Her verður víst til §18 í matvørulógini.

"§ 18. Við sølu og viðgerð av matvørum og tilsetingarevnum er ikki slíkum fólki loyvt at starvast, sum hava ella kunnu ætlast at hava sjúku, at bera smittu ella eru fyri øðrum breki, ið kunnu gera vørurnar óegnaðar til fólkamat.
2. stk Landsstýrið kann áseta reglur ella taka avgerð um læknakanning ella annað heilsueftirlit av slíkum starvsfólkum og um reinførisviðurskiftini hjá starvsfólkum."