Vit eru í ferð við at umbyggja nøkur hagreiðingar-/flettingarrúm, so vit betri kunnu fara um innløguna hjá okkum. Finnast nakrar reglur ?

Vit eru í ferð við at gera okkum nøkur rúm um, so vit betri kunnu fara um innløguna hjá okkum. Vit hagreiða fisk, fugl og seyð. Men eg kundi hugsað at kanna eftir, um tað var møguleiki at fingið reglurnar fyri, hvussu eitt góðkent flettingar/slaktirúm skal vera, áðrenn vit fara í gongd við at umbyggja rúmini.
Ber til at finna hesar reglur?

Svar:
Tá umræður viðgerð av fiski so eru kunngerðir sum regulerað økið. Hetta eru í høvuðsheitum kunngerð nr.122 frá 2001 og kunngerð nr 114 frá 2001.

Tá umræður flettingarrúm o.l. eru ongar specifikkar kunngerðir ætlaðar hesum, men slík viðgerð skal - um framleiðslan er ætlað til sølu í handlum, matstovum o.l. - løggildast sambært matvørulógini grein 30. Treytirnar fyri løggilding eru á leið tær somu sum fyri fiskavirki; t.v.s. at somu meginreglur eru galdandi. Harumframt skal tilvirkarin tryggja, at djórið er væl fyri og kjøtið ikki ber smittu til fólk. Hetta eftirlit skal gerast av djóralækna undan slátri og eftir at djórið er flett.

Loyvt er at slátra uttan góðkenning, um selt verður í durinum - tað er, at fólk keypa beinleiðis úr hjallinum at nýta í privata húsarhaldinum.