Vit flyta til Danmarkar og taka hundin við. Kunnu vit taka hundin við til Føroya tá vit koma heim at ferðast ?

Hey tit á Starvsstovuni.

Vit eru eitt ungt par, sum fara til Danmarkar í lestrarørindum. Nú er tað soleiðis, at vit júst hava fingið ein hundahvølp. Vit ætla tí at vita hvussu tað er við at fáa hundahvølpin heim við, tá vit ætla okkum til Føroyar at ferðast í ferium.
Vit hava longu fingið at vita, at hundurin skal verða í Føroyum í heilar 3. mánaðar áðrenn hann kann koma niður aftur til Danmarkar.

Kann man ikki søkja um at fáa tíðina stytta, verða tað ikki givin undantaksloyvi.



Svar
Smbrt. kunngerð nr. 15 frá 7. april 2004 § 4, stk. 2, er ikki loyvt at flyta inn kelidjór til Føroya, um tað skal verða her í styttri enn 3 mánaðar. Sostatt er tað stutta svarið at tað ikki ber til at hava hundin við heim í ferium. Sostatt er fyrsta svarið ið er givið eisini tað rætta svarið. Tískil er okkara besta ráð, at tá tit koma til Føroya at ferðast, er at fáa hundin røktaðan av einum djóravisti í Danmark.

Kunngerðin hevur eisini ásetingar um, at bert persónar ið búgva í Føroyum ella ætla at flyta til Føroya, kunnu innflyta kelidjór. Tá man er í Danmark í lestrarørindum býr man sostatt ikki í Føroym og er tá at meta sum einhvør annar ferðandi. Fyri ferðandi til Føroya, t.d. turistar (og útisetar) gera somu viðurskifti seg galdandi, t.v.s. at tað er ikki loyvt at hava kelidjórini við sær til Føroya.

Tað hava verið fleiri umsóknir til okkum um undantaksloyvi í hesum sambandi. Sigast skal, at undantak higartil ikki hevur verið givið.

Kunngerðin hevur heimild í djórasjúkulógini. Meginendamálið við djórasjúkulógini er jú at fyribyrgja- og niðurberja djórasjúkur. Tá avgerðir verða tiknar viðv. undantak í kunngerðini viðv. innflutningi av kelidjórum, verður altíð fyrst tikin hædd fyri at fyribyrgja at djórasjúkur skulu koma til landið og hetta atlitið hevur gjørt, at eingi undantøk higartil eru givin. Skal hugsast um eitt tonkt undantak kann hetta verða um ein útlendingur (ella útiseti) skal arbeiða í Føroyum í styttri enn 3 mánaðar, men tá er kravið, at viðkomandi skal hava fastan bústað í Føroyum í hesum tíðarskeiðnum.

Kunngerðin loyvur tó undantak fyri innflutningi av førara- og tænastuhundum.

Er man ónøgdur við avgerðirnar ið vit taka, hevur kunngerðin eisini ásetingar um kæru viðv. avgerðum tiknar av embætisdjóralæknum á Heilsufrøðiligu starvsstovuni. Avgerðir kunnu kærast til Vinnumálaráðið, Veterinerdeildina.