Almenni postlistin, ein stutt lýsing

Inn- og útgangandi postur

Postlistin vísir tær eitt yvirlit yvir inn- og útgangandi post til og frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni.Møguleiki er at síggja postlistan yvirlitið fyri dagin í dag (knøtturin: "dagsins postur", ella at velja tíðarskeið og trýsta á "Heinta post" knøttin.

Dagfestingarnar (frá og til) skulu hava sniðið "dd-mm-áááá" t.d. 01-10-2005 fyri 1. oktober 2005.

Tað ber bert til at leita frá og við 1 juli 2005. Tað sum verður víst í leitingini er tað sum er umfatað av lóg um alment innlit. Leitingin er sjálvvirkandi og vísur tað, sum verður skrásett í journalinum. Tað sum IKKI verður víst í hesum listanum, er innanhýsis upprit og annað tilfar, sum smbrt. lógini ikki er umfatað av almennum innliti.

Tað kann koma fyri, at tá tú endurtekur fyrispurningin uppá t.d. eitt tíðarskeið, at einki verður funnið. Hetta hevur nakað við hvussu skjótt teldan er dagførd. Við at trýsta F5 ella CTRL F5 syrgir man fyri, at teldan er fyrireikað til nýggja fyrispurningin. Haraftrat kann tað koma fyri, at dagfestingin í dagsins posti er ein dag frammanfyri dags dato. Alt hetta hevur nakað við dagføring av teldu at gera.

Onkrir brúkarar hava gramt seg um, at fyrispurningurin eftir postlistanum ikki virkar. Hetta kann skyldast, at útgávan av internet browsaranum er í eldra lagi. Hevur tú útgávu 6.0.2900, so skuldi tú ikki havt trupulleikar av hesum.