Kann eg innflyta hvølp til Føroya ið er yngri enn 16 vikur ?

Hey tit á starvsstovuni.
Eg havi ein serstakan spurning, sum mær hevði dámað at fingið eitt skjótt svar uppá. Kann eg innflyta ein hund úr Danmark, sum er yngri enn 16 vikur ?
Tað sum er serligt í mínum føri er, at eg ikki havi møguleikan fyri at nakar annar í Danmark kann hava hvølpin fyri meg til hann er 16 vikur og tí hevði eg verið glað, um eg kundi fingið játtandi svar. Av tí at eru fáir av hesum hundaslagnum og ískil stórur eftirspurningur, hevði eg verið sera keddur um eg verið noyddur at geva avslag til hundaalaran í Danmark. Hvølpurin hevur fingið allar vaksinatiónir og hevur mikrochips.

Hundur

Svar
Sambært kunngerð nr. 15 frá 7. apríl 2004 um innflutning av hundum, kettum og øðrum kelidjórum, §12, skulu hundar (og kettur) sum verða innfluttir verða minst 12 vikur áðrenn teir verða koppsettir. Eftir koppseting skulu ganga 4 vikur áðrenn teir kunnu verða innfluttir til Føroya.
Kravið um at hundar skulu vera minst 12 vikur gamlir áðrenn teir verða koppsettir er sett, tí at tá er besta trygd fyri at koppsetingin verjir sum hon skal móti smittu. Trygdin móti smittu vigar tyngst í avgerðum um innflutning av kelidjórum. At tað er torført at fáa fatur á hesum hundaslagi er ikki grundarlag fyri at geva undantaksloyvi.
Umsóknin verður tí ikki gingin á møti.