Átta vikur gamal Chihuahua-hvølpur til Føroya í seks dagar ?
Hey tit á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni
Eg loyvi mær við hesum at søkja um undantaksloyvi at koma við einum átta vikur gomlum Chihuahua-tíka-hvølpi til Føroya í seks dagar.
Hvølpurin er gjølla heilsukannaður og hevur fingið ormakur frá djóralækna.

Chihuahua

Svar

Hundahvølpar, sum verða innfluttir, skulu minst verða 12 vikur, tá ið teir verða koppsettir og síðani skulu ganga 4 vikur, áðrenn hundurin kann innflytast til Føroya. Alt hetta er sambært kunngerð nr. 15 frá 7. apríl 2004 um innflutning av hundum, kettum og øðrum kelidjórum, grein 12. Harafturater ikki loyvt at innflyta kelidjór sum skal vera í Føroyum styttri enn 3 mánaðir. Sí grein 4 í somu kunngerð.

Heilsufrøðiliga starvsstovan metir ikki, at grundarlag er fyri undantaksloyvi í slíkum førum.