Eg komi heim til jóla at halda jólafrí. Kann eg taka hundin við ?

Spurningur
Hey tit á Heilsufrøðiligu starvsstovuni.
Eg búgvi í Danmark, og ætli mær heim til jóla at halda jólafrí. So er spurningurin hvat eg skal gera við hundin hjá mær. Eg ætli mær at taka hundin við til Føroya. Kann eg tað ?

Hundur

Svar
Smbrt. kunngerð nr. 15 frá 7. april 2004 § 4, stk. 2, er ikki loyvt at flyta inn kelidjór til Føroya, um tað skal verða her í styttri enn 3 mánaðar.
Sostatt er svarið at tað ikki ber til at hava hundin við heim í jólafrí.

Annars kann sigast, at bert persónar ið búgva í Føroyum ella ætla at flyta til Føroya, kunnu innflyta kelidjór.

Eftirskriv
Omanfyrinevnda dømi, er eisini galdandi fyri kettur.

Ketta

Tað hava verið fleiri umsóknir um undantaksloyvi í hesum sambandi. Sigast skal at undantak ikki verður givið í hesum smbandi. Tó loyvur kunngerðin undantak fyri innflutningi av førara- og tænastuhundum.