Falsan av heilsuváttanum í.s.v. innflutning til Russlands
Norðmenn hava, í samband við herda eftirliti frá russisku mynduleikunum gjørt nýggja mannagongd fyri undirskriving av heilsuváttanum, sí her.
Vit í Føroyum hava síðstu tíðina latið nógvar upplýsingar til russisku veterineru mynduleikarnar, og í kjalarvørrinum av hesum fara vit nok at leggja okkara siðvenju tætt uppat tí, sum norðmenn nú gera. Hetta verður gjørt fyri at tryggja okkum ímóti falsan av heilsuváttanum eftir at vøran er útflutt, og harvið tryggja at føroyski útflutningurin til Russlands gongur so lagaliga, sum tilber.

Vit hava eina tíð gjørt nakrar fyrireikingar og fyrstu stigini í hesari tilgongd eru nú tikin. Framleiðarar og útflytarar fáa í næstum vegleiðing um, hvussu nýggju mannagongdirnar fyri undirskriving av heilsuváttanum verður.