KVAL OPBYGNING LÍTIÐ.JPG

Góðskuskipanin er bygd upp soleiðis, at hon í mun til allar partar av einari kanning tryggjar neyðug skjalprógv. Skjalprógvini eru støðið fyri trúvirðinum á úrslitunum frá kanningarstovunum og tey fevna um:

  • Góðskuhondbók - lykilin til góðskuskipanina, sí á hesari síðuni
  • Høvuðsreglur - leiðandi skjalatilfar, ið við atliti til góðsku lýsir rammurnar fyri tað arbeiði, ið skal gerast
  • Mannagongdir, ið nágreiniliga lýsa arbeiðsgongdina
  • Oyðubløð til regluliga skráseting av dáta og øðrum upplýsingum
  • Yvirlit yvir skipanina, hentleikar, útgerð og førleikar
  • Greiningarforskriftir, ið nágreiniliga lýsa, hvussu greiningarnar verða gjørdar
  • Logbøkur, ið savna skjalprógv fyri tól og útgerð