Russarar herða innflutningseftirlitið av føroyskum fiski

Sambært norsku veterineru myndugleikunum herða veterineru myndugleikarnir í Russlandi eftilitið við innflutningi av norskum, íslendskum og føroyskum fiskavørum.

Galdandi heilsuváttan, sum er at finna á heimasíðu okkara, er í ávísum førum avvíst av russisku myndugleikunum. Ivasamt er í løtuni hvørji skjøl russisku myndugleikarnir vilja góðtaka. So leingi støðan er ógreið kann hetta hava óhepnar fylgjur fyri føroyskar útflytarar. Heilsufrøðiliga starvsstøða fylgir við gongdini og arbeiðir við at fáa útvega skjølini sum russar ynskja.
Støðan sigst vera íkomin í ásannan av, at heilsuváttanir verða falsaðar og hetta hevur viðvirkað til at myndugleikarnir í Russlandi nú herða eftirlitið. Slóð til tíðindaskriv frá norska Mattilsynet sum eisini lýsur støðuna.

Føroyingar sum útflyta fiskavørur til lond uttan fyri ES, hava í flestu førum tørv á váttan frá føroysku veterineru myndugleikunum um, at vøran er framleidd undir heilsufrøðiliga tryggum umstøðum og at vøran ikki inniheldur evni sum kunnu skaða fólkaheilsuna. Hetta eru váttanir sum myndugleikarnir í móttakaralandinum krevja, áðrenn vøran sleppur um mark.

Í flestu førum gongur útflutningurin væl, men trupulleikar kunnu uppstanda. Serliga russisku myndugleikarnir hava verið sera varnir og hava avvíst vøru, um ikki alt pappísarbeiði er fullkomiliga sum teir vilja hava tað.

Heilsufrøðiliga starvsstovan vil tí leggja áherðslu á, at tað er av avgerðandi týdningi fyri vinnuna, at myndugleikarnir í móttakaralandinum hava álit á teimum skjølum vit undirskriva. Onki er tó, sum bendir á, at hendan falsan fer fram í sendaralandinum.

Á okkara heimasíðuskipan, hava vit roynt at samlað tað tilfar, sum hevur týdning fyri útflytarar. Tilfarið finst á hesari slóðini.