Føroysk matvøruvirki á ES lista

Matvøruvirkini, sum Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur løggildað sambært føroyskari lóg til at kunna útflyta sínar vørur á ES marknaðin, eru nú skrásett í ES skipanini.

EU

Hetta má metast at vera ein sera stórur fyrimunur í mun til støðuna, sum hevur verið áður. Tað er ofta komið fyri, at tá ið føroyskir fiskaúrdráttir t.d. skulu inn í lond eystanfyri (t.v.s. úr ES øki og inn í 3. lands øki), tá hava lokalu myndugleikarnar eystanfyri ikki góðkent okkara heilsuváttanir, tí hesir myndugleikar hava ikki funnið upplýsingarnar viðvíkjandi Føroyum í ES skipanini. Hetta hevur ofta givið bæði okkum og serliga vinnuni stórar trupulleikar.
Við skrásetingini í ES skipanini skuldi hendan forðingin nú verið fingin av vegnum, vónandi. Skrásetingin í ES skipanini bólkar virkini í 3 bólkar: "EU member states", "Other EES countries", og "Other countries with special agreements". Føroysku fiskavirkini eru skrásett í hesum síðsta bólkinum.

Á hesari slóðini sæst ES skrásetingin.