Drekkivatn og fuglakrím

Er vandi fyri at drekkivatn kann smitta við fuglakrími?

Mett verður at lítil vandi er fyri at fólk ella súgdýr verða smittað við fuglakrími av drekkivatni. Hinvegin kann ikki útilokast at flogfeðnaður, sum fær vatn, ið inniheldur AI-virusin, kann fáa sjúkuna. Hetta er í stuttum núverandi metingin hjá norsku matvørumyndugleikunum. Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur valt at leggja seg uppat hesum metingum.

Smitta frá drekkivatni til fólk og súgdýr

Eins og vit brúka normenn mest yvirflatuvatn til drekkivatn. Yvirflatuvatn er sera nógv úttsett fyri øllum møguligum mikroorganismum frá fugli. Umleið 80 % av øllum føroyingum fáa sóttreinsað vatn. UV stráling, sum flestu føroysku vatnverk brúka, verður mett at vera rættuliga effektiv móti AI-virusinum. Klor er harafturímóti minni effektivt. Verjuna av sóttreinsing hava tey 20 % av føroyingum, sum heima við hús drekka óreinsað drekkivatn, ikki.

ravatn1

Men tíbetur meta serfrøðingarnir, at ein møgulig dálking við fuglaskvøtti lættliga verður tynt so mikið nógv, at talið av virusum gerst minni enn infektiónsdosan. Men um fólk ella dýr drekka vatn úti, har smittaður fuglur nýliga hevur skvøtt, so kann vandin fyri at fáa sjúkuna als ikki útilokast.

Smitta frá vatni til flogfeðna

Vatnverk, sum veita vatn til flogfeðnaðhald, kunnu, um vatnið ikki er sóttreinsað á nøktandi hátt, vera atvold til, at flogfeðnaðurin verður smittaður við virusinum. Kanningar av reinsaðum vatni fyri koliformar bakteriur og E.coli kunnu brúkast at meta, um reinsaða vatnið enn er dálkað við feskum skvøtti og harvið møguliga virusi. Annars verður roknað við, at AI-virusurin kann vera infektivur í umhvørvinum í fleiri vikur ella mánaðir- eisini í vatni.

Norskt tíðindaskriv