Kelidjór, ið ætlanin er at flyta inn til Føroya, skulu hava neyðugu váttaninar, áðrenn ferðin byrjar til Føroya

Hesin tíðindastubbin hevur verið frammi fyrr, men nú feriutíðin er fyri framman, verður tíðindastubbin tikin framm aftur.

Fyri at tryggja, at kelidjór ikki koma til Føroya, uttan neyðugu veterineru váttanirnar, vóru mannagongdirnar broyttar tann 1 mars 2006.
Ketta

Broytingarnar eru hesar:
Flutningsfeløgini ið flyta kelidjórini til Føroya, skulu boðað Heilsufrøðiligu starvsstovuni frá djóraflutninginum 24 tímar áðrenn djórini verða flutt til Føroya.
Djórini skulu hava eina heilsuváttan, sum er dagfest í fyrsta lagi 48 tímar áðrenn ferðin frá sendaralandinum byrjar.
Flutningsfeløgini skulu nokta at flyta viðkomandi djór, um tað ikki hevur fullgóða heilsuváttan við.
Koma djór til Føroya við skjølum sum ikki eru í lagi, fer Heilsufrøðiliga starvsstovan at krevja av flutningsfyritøkuni, at flutningsfyritøkan sendir djórini aftur til sendaralandið við sama flutningsfari.

Hundur

Fyri at tryggja djóraeigarunum í útlandinum, at skjøl og viðgerðir av djórum sambært djórasjúkulóg og kunngerð, eru í lagi, kunnu djóraeigararnir/flutningsfeløgini í góðari tíð at senda avrit av heilsuskjølum til Heilsufrøðiligu starvsstovuna til góðkenningar, áðrenn djórini fara umborð á flutningsfarið.
Flutningsfeløgini kunnu krevja av ferðafólki, sum hava djór við sær umborð á flutningsførini, at góðkenning frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni viðvíkjandi heilsuváttanum v.m. fyriliggur, áðrenn loyvið verður givið at fara umborð við djórinum.

Á okkara heimsíðu finnast aðrir upplýsingar um kelidjór, sosum okkara evni um kelidjór, vegleiðingar um kelidjór og oyðubløð í skulu brúkast í hesum sambandi.

Nógvir spurningar eru í.s.v.innflutning av kelidjórum, og á hesari slóðini sært tú spurningar og svør.