Stutt um sjśku hjį villum fugli

Vit hava fingiš Jśstines Olsen, djóralękna, frį Djóralęknatęnastuni, at skrivaš eitt sindur sum fuglasjśku:

Fuglakrķm veršur dśgliga umrųtt ķ hesum dųgum. Ķ tķ sambandi kunnu vit greiša frį tķ, sum vit kenna til sjśku hjį villum fugli. Teir fuglar, sum vit hava kannaš og višgjųrt eru oftast gęs og svanar. Fyri gęsnar er tša mest tamar gęs; men villgįs ella grįgį eru eisini kannaš. Taš, sum er stašfest, er aloftast, at gęsnar eru fongdar viš feggevnisorum, Amidostonum anseris.Tey seinastu 15 įrini hevur eitt annaš snultidżr, ein coccida, Eimeria truncata, gjųrt vart viš seg. Hetta snultidżr festir seg ķ nżriunum į gįsafuglinum.

Gįs
Sjśkueyškenni hjį gįs, sum er fongd viš feggevnisormi, eru eitt sindur ymisk, alt eftir aldri į fuglinum. Verša nżklaktir ungar fongdir viš feggevnisormi, kunnu ungarnir doyggja eftir stuttari tķš. Fyri eldri fugl eru eyškennini, at fuglurin mistrķvist, veršur veikur og er illa ķ holdum, aloftast kaldarak. Flestu gįsahaldarar kenna hesa sjśku, og verša gęsnar regluliga višgjųrdar.
Grį gęs
Fyri nżracoccidiosu eru sjśkueyškennini ręttiliga lķk eyškennum fyri feggevnis orm. Tó ger sjśkan ikki um seg į sama hįtt hjį nżklaktum ungum. Heldur sjśklast ungarnir nakaš seinni av hesi sjśku. Eisini ber til at višgerša fyri hesa sjśku.
Fyri bįšar hesar sjśkur er galdandi, at tess tęttari eru millum fuglarnar ķ lendinum, tess stųrri er vandin fyri smittu. Eisini um fuglarnir verša hildnir į sama lendi įr um įr.

Svanur
Taš eru ikki nógvir svanar, sum eru kannašir her hjį okkum. Oftast hava taš veriš ungsvanar, sum veršur tikin upp um heystiš į ferš sušru eftir. Svanarnir eru ofta sera illa ķ holdum og eru javnan illa fongdir viš feggevnisorm. T.v.s. sama sjśkuorsųk sum hjį gįs.
Svanar į flogi

Annar fuglur
Annar fuglur er eisini fingin higar til kanningar, oftast antarfuglur. Her er ein av trupulleikunum lišabruni.

Myndir av feggevnisormi og nżracoccidiosu kunnu sķggjast į heimasķšuni hjį Djóralęknatęnastuni, www.djoralaeknin.com.